Visa og Vibrant á vitjan í Føroyum

Visa og Vibrant á vitjan í Føroyum

31. oktober vóru bæði Visa og Vibrant á Vitjan hjá Terminal í Føroyum. Dagurin varð hildin á Hotel Hilton, har nógvar av fremstu fyritøkunum og bankum í Føroyum vóru við. 

Á dagsskránni var nógv spennandi, bæði nýbrot og broytingar innan gjaldstøkni og skipanum. Hetta er fyrstuferð, at Visa og Vibrant eru í Føroyum, og vit hjá Terminal gleðast um at fáa slíkar "Kempur" hendavegin at veita okkara marknaði tað allar nýggjasta.