Verifone Summit 2026

Verifone Summit 2026


Aftur í ár vóru vit til árliga Verifone Partner Summit í Stockholm, har samstarvspartnarar úr øllum norðurlondum hittast fyri at deila vitan, royndir og framtíðarætlanir. Tiltakið savnaði nógv fólk úr vinnuni og gav eitt gott høvi at styrkja samstarv og fáa nýggjan íblástur.

Á ráðstevnuni var nógv spennandi og nýtt kunngjørd. Bæði nýggjar software-loysnir og hardware-útgerð vórðu víst fram, sum skulu gera gjaldsgongdir skjótari, tryggari og meira brúkaravinarligar.

Dagarnir í Stockholm góvu eitt gott innlit í, hvussu gjaldsloysnir halda fram at menna seg, og hvussu nýggj tøkni kann gera gerandisdagin hjá bæði handlum og kundum lættari. Vit gleða okkum at taka hesa vitanina við okkum víðari í okkara arbeiði

Back to blog